Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

SEV gongur undan á grønu kósini

Orð og myndir: Dávur Winther

Á Torradøgunum greiddu SEV-stjórin og menningarleiðarin hjá elfelagnum frá, hvussu Føroyar kunnu røkka málinum um 100 prosent grøna orku á landi í 2030, og hvussu stóran týdning tað hevur, at brúkararnir taka undir við grønu kósini

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og menningarleiðarin hjá elfelagnum, Terji Nielsen, vitjaðu Spinnaríð á Torradøgunum, har teir greiddu frá, hvussu eitt nú vindorka, sólorka og orkugoymslur í form av pumpuskipanum og battarískipanum kunnu fáa Føroyar at gerast 100 prosent grønar á landi í 2030.

SEV setti grønu kósina við vindmyllulundini í Húshaga og tilhoyrandi battarískipan í 2014, og landsstýrið setti sær eisini grøna málið í samgonguskjalið í 2015. Síðani er eitt fyrireikandi greiningar- og kanningararbeiði farið fram, sum hevur havt við sær, at ein sonevnd varðagøta er løgd fyri útbyggingar á grønu kósini.

Kanningar vísa, at tað er skilabest at byggja út við vindorku og sólorku, umframt at ein pumpuskipan skal byggjast í Vestmanna at pumpa vatn niðan aftur í byrgingarnar við yvirskotsorku frá vindmyllum. Harumframt eru biogassverk og sjóvarfalsturbinur eisini framtíðar orkukeldur í Føroyum. SEV heldur eyga við menningini innan sjóvarfalsorku, og elfelagið fer  seinni í ár og fyrst í næsta ár undir sjóvarfalsroyndir í Vestmannasundi saman við svensku fyritøkuni Minesto.

Tað hevur eisini alstóran týdning, at øll stig, sum verða tikin, verða grundað á ein skynsaman búskap, leggur SEV dent á.

 

Kapping er møgulig

Hákun Djurhuus vísti á, at sum skipanin er skrúvað saman í dag, so ber væl til at kappast í framleiðslupartinum innan eitt nú vindorku og sólorku, og at kapping kann fara fram, har nýggir varandi orkumøguleikar – sum t.d. sjóvarfalsorka – taka seg upp. Framleiðsluparturin verður nevndur spor 1.

Í spor 2, sum er orkuskiftið úti hjá brúkarunum, ber eisini væl til at kappast. Privatar fyritøkur hava allar møguleikar at bjóða húsarhaldum og bygningum hitapumpuskipanir, har hitapumpuveitarin kan standa fyri elrokningini frá SEV og fyri uppseting og viðlíkahaldi av hitaskipanum, soleiðis sum vit longu kenna tað frá oljufýrtænastunum hjá oljufeløgunum. Hetta hevði verið eina ómakaleys loysn fyri brúkaran, metti Hákun Djurhuus.

Elbilar eru hin parturin av spor 2 og orkuskiftinum, og Føroyar eru við sínum við stuttu vegastrekkjum eitt væl egnað land til elbilar, sum alsamt fáa størri battaríir, ið kunnu koyra upp í 400 kilometrar upp á eina løðing.

Verandi elveitingarlóg letur upp fyri hesum møguleikum, og tað er bara ein spurningur um at skipa orkuskiftið, so brúkararnir verða hjálptir framat at grønum hita – og flutningsloysnum.

Hákun Djurhuus legði dent á, at sporini 1 og 2 fylgjast, soleiðis at varandi orkan verður brúkt allastaðni í samfelagnum, tí soleiðis røkka vit málinum um 100 prosent varandi orku á landi í Føroyum í 2030.

 

Trygg elveiting

Alt snýr seg tó fyrst og fremst um, at Føroyar hava eina trygga og støðuga elveiting, og tí hava serfrøðingar mælt til, at tá talan er um kjarnuveitingar, sum er tann parturin av elskipanini, ið áhaldandi tryggjar støðufestið og veitingartrygdina í skipanini, er tað skilabest, at SEV umsitur hendan partin.

Kjarnuveitingarnar snúgva seg í stuttum um, at oljuverkini, stóru vatngoymslurnar og vatnorkuverkini hjá SEV alla tíðina halda elskipanini í eini nøktandi javnvág, sum einhvørja tíð kunnu hava bæði minni og størri leiklut í elframleiðsluni, alt eftir hvussu tað gongst at fáa elorku til høldar frá t.d. vindmyllum, sólskipanum og sjóvarfalli. Ein framtíðar pumpuskipan og elnetið eru eisini partar av kjarnuveitingunum í einum avbyrgdum oyggjasamfelag, sum ikki kann keypa elorku ígjøgnum kaðalsamband við grannalondini.

Kjarnuveitingarnar eru beinleiðis tongdar at møguleikanum at goyma orku í t.d. stórum vatnbyrgingum og í oljutangum, har oljan tó so líðandi skal niðurlagast í elframleiðsluni, so hvørt fleiri grønar orkukeldur verða bygdar inn í elskipanina. Tá elframleiðslan verður 100 prosent grøn, verða tað fyrst og fremst vatngoymslurnar, pumpuskipanir og møguliga battarískipanir, sum skulu tryggja støðufestið í elskipanini, meðan oljan verður tiltakstrygd.