Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ramur oljuluktur og roykur

Oliver Joensen

Tað man ikki vera tespuligt hjá fleiri húsarhaldum á Kósini nú um dagarnar. Á veg norður í Ánir byrjaði at stinka av olju í bilinum hjá mær. Eg steðgaði uttanfyri Nema, fór út og kannaði um nakað kom úr motorrúminum ella um nakað sást ella kendist úr útstoytinum, men so var ikki. Men tá varnaðist eg russararnar við kósabrúnna.

Har kom nógvur myrkur og ljósur roykur úr skorsteinunum frá báðum bátunum. Tað skal vera løgið, um ikki roykurin merkist í fleiri húsum har á leið, nú ættin liggur niðan eftir Ravnagili.

Einki er í vegin við bilinum hjá mær, so rami oljuroykurin kom heilt víst frá syndarunum við kósabrúnna.

Mær kunnugt hava vit eina umhvørvisdeild í kommununi, tað átti at verið ein uppgáva at steðga slíkum.

Harleywoodpaint