Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Frítíðar- og ítróttarlívið á breddanum

Jóhann Lützen

Fótbóltur, hondbóltur, flogbóltur og grækarismessuhald har hópin av skótum ganga skrúðgongu eru á skránni í Klaksvík í dag

Kl. 14. verður Grækarismessuhald í Skálanum, har Tórður Mikkelsen flytir fram røðu. Skótalið Nólsoyar Pálls fyllir 75 ár og í hesum sambandi eru 100 tals skótar í býnum í dag og teir fara at ganga skrúðgongu niðan í Skálan. Gingið verður ymsastaðni í býnum, og skrúðgongan savnast við Fípuna Føgru, har endaligi teinurin verur gingin niðan í Skálan. 

Kl. 15 spæla arvafíggindarnir KÍ og HB á plenuni í Betri deildini hjá monnum. 

Kl. 15 spæla kvinnurnar hjá Stjørnuni móti oddaliðnum VÍF í KÍ høllini. 

Kl. 15 spæla nýklæktu steypavinnararnir hjá Mjølnir í Badmintonhøllini móti ÍF.