Norski álopsleikarin fór skaddur av vøllinum móti HB.
KÍ spælir sunnudagin í Norðragøtu móti oddaliðnum Víkingi. Hjá KÍ hevur Óli Ey. Poulsen leikbann, meðan Deni Pavlovic er tøkur aftur eftir leikbann. Onkrir skaðar gera eisini um seg í KÍ. Ólavur Niclassen er langtíðarskaddur og móti HB fór norski Torbjørn Grytten av vøllinum móti endanum av dystinum við skaða. Hann kom inn í hálvleikinum og spældi á óvandum plássi sum vinstri vongur. Sum skilst er Torbjørn ivasamur til dystin móti Víkingi.
Dysturin í Sarpugerði sunnudagin byrjar kl. 15.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.



