Vinnaraseðilin til stóru matkurvina frá tombola hjá Stjørnuni tann 2. mars er grønur seðil nr: 46356.
Eigarin av hesum seðilinum verður biðin um at seta seg í samband við Unu Váðklett, nevndarlimi, á tel. 216220 í seinasta lagi mikudagin 27. mars 2019.
Av tí at talan er um matvøru, fellur vinningurin aftur til Stjørnuna um eigarin av seðil nr. 46356 ikki hevur givið seg til kennar í seinasta lagi mikudagin 27. mars 2019. Stóra matkurvin verður síðan drigin millum atgongumerkini til dystin Stjørnan – Kyndil hóskvøldið tann 28. mars kl. 18.30.
Vinarliga
Stjørnan
Nevndin



