Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alment tiltak – bilkvøld í Betri í Klaksvík

Tíðindaskriv

Vit bjóða inn til alment bilkvøld hóskvøldið 28. mars kl. 19.00, har tú fært forkunnuga vitan um tú ert áhugaður í bilum.

Skráin er hendan:

 

·         Kl. 19.00 Vælkomin

·         Kl. 19.05 – 19.15 Samrøða við Magnus Gunnarsson. Hvat skalt tú hugsa um, tá tú keypir nýggjan bil?

·         Kl. 19.15 – 19.30 Samrøða við Sofus Hansen. Hvussu røkir tú ein bil, so hann heldur sær? Hvat skalt tú hugsa um, tá tú keypir brúktan bil?

·         Kl. 19.30 – 19.45  Framløga við Terja Nielsen frá SEV. Umhvørvisvinarligir bilar.

·         Kl. 19.45 –   20.00 Kjak um tað góða bilkeypið. Magnus, Sofus og Terji.

·         Kl. 20.00 – 20.15 Betri leggur fram um bilfígging og biltrygging. Hvørjir møguleikar eru? Hvat er best í mun til tín tørv?

·         Kl. 20.15 Ábit og møguleiki at práta við serfrøðingar um tínar ætlanir.

·         Kl. 20.45  Vinningur á 5.000 kr frá Magn og Effo verður burturlutaður

 

Á hvørjum tiltaki hevur tú møguleikan at vinna eitt gávukort á 5.000 kr. frá Magn ella Effo. 

Tiltakið er alment, men fyri at vit kunnu vita nøkunlunda, hvussu nógv koma, hevði tað glett okkum, um tú meldar til tiltakið her: https://www.betri.fo/bilkvold

Tú ert vælkomin at deila hetta við onnur, sum tú heldur kundu hugsað sær at vita meira og luttikið hóskvøldið 28. mars kl. 19.00 í Betri í Klaksvík.

Ver hjartaliga vælkomin J