KÍ venjarin ger markanta broyting til dystin móti ÍF í morgin.
1.deild hjá KÍ spælir í dag móti B71 í Klaksvík. Í uppstillingini hjá KÍ er m.a. málverjin Meinhardt P. Joensen. Tað merkir, at hann kann ikki byrja inni í morgin móti ÍF í Betri Deildini. Sostatt verður Kristian Joensen á fyrsta sinni í ár málverji á besta liðnum. Kristian var skaddur størsta partin av tíðini áðrenn kappingarbyrjan, men hevur spælt nakrar 1.deildardystir.
At Meinhardt er vrakaður kemur kanska eitt sindur óvæntað á, tí hann helt málið rent í fyrsta dystinum móti HB og hevði fleiri stórbjargingar í næsta umfarinum móti Víkingi.


