Stórur dagur í Badmintonhøllini í kvøld tá Team Klaksvík vann 27-24 móti STÍF og tryggjaðu sær fyrsta plássið í niðara bólkinum í endaspælinum
Kappingarskipanin hjá HSF er soleiðis hátta at trý tey niðastu liðini leika eitt innanhýsis endaspæl, har vinnarin fær steyp.
Tað var spenningur til seinasta minutt, tá Team Klaksvík ognaði sær sítt fyrsta steyp til ognar í betstu mannfólkadeildini síðani stovningardagin í 2006. Høllin var á tremur við áskoðarum, sum larmaðu nógv, so tað var hugaligt at verða í høllini.
Team Klaksvík var greitt á odda í hálvleikinum, men STÍF komu væl inn í aftur dystin. Seinastu 10 minuttirnar lógu liðini stavn um stavn, men Team Klaksvík dróg frá seinastu løtuna.
Team Klaksvík fekk eftir dystin handað ein kekk á 10.000 krónur frá BankNordik og eisini eitt prýðiligt steyp frá Hondbóltssambandinum.
Sí dómaraseðilin niðanfyri.




