Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Undrið-KÍ

Jákup Ósá

KÍ er stórfavorittur undan dagsins dysti á Hoyvíksvøllinum.

Í dag eru 1/8 finalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni. KÍ hevur á pappírinum eina lætta uppgávu, har mótstøðuliðið er úr 3. bestu deildini. KÍ møtir Undrinum á Hoyvíksvøllinum, har besta liðið hjá KÍ ongantíð hevur spælt áður.

 

Hjá KÍ hava Óli Ey. Poulsen, Ólavur Niclasen, Deni Pavlovic og Torbjørn Grytten sitið uttanfyri síðstu dystirnar. Teir spæla neyvan hendan dystin og helst vera aðrir leikarar, ið hava snuddir, heldur ikki brúktir hendan dystin. KÍ hevur møtt Undrinum tvær ferðir áður í kappingini um løgmanssteypið, og tá er tað endað 2-0 og 4-0 til KÍ. 

 

Dysturin á Hoyvíksvøllinum byrjar kl. 18.00 og dómari verður Rúni Olsen.