Fyri løtu síðani var skipa fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík fyri greipuvinnarunum frá Mjølni. Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu og í røðu síni , millum góðynskini, skemtaði hann eitt sindur um sína egnu tíð, sum aktivur leikari í felagnum. Síðani helt Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum og formaður í flogbóltsfelagnum røðu, har hann greiddi eitt sindur frá tilgongdini og kunnaði um framtíðarætlanir. Millum annað segði hann, at Mjølnir var um at skriva undir ein nýggjan tvey ára sáttmála við venjaran.










































