Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tey bestu í flogbóltinum!

Tíðindaskriv

Á stórfingnum Galla nú leygarkvøldið 27. apríl á Giljanesi, sum Dráttur hesaferð skipar fyri í samstarvi við Flogbóltssamband Føroya, verður avdúkað, hvørjir leikarar hava staðið seg best hetta kappingarárið. Tað eru liðskiparar og venjarar, sum hava valt. 

 

Fyri at geva ein eyka spenning, er nú gjørt upp, hvørji tey 3 fremstu eru í hvørjum bólki, sum heiðraður verður. Tey 3 bestu eru sett upp eftir bókstavarað, og sigur hetta einki endaliga úrslitið. 


Skilligt er, at steypa og FM-finaluliðini hjá bæði kvinnum og monnum eru væl umboðað millum 3 tey bestu, men leikarar frá øðrum liðum hava eisini sloppið sær upp í part. 

 

Tað sæst, at Mjølnir hjá monnunum hava havt eitt serstakliga gott kappingarár. Og greitt er longu nú, at Mjølnir eigur besta leikaran hetta kappingarárið, tí tríggir teir fremstu eru úr Mjølni. Hjá kvinnunum eru tað steypavinnararnir úr SÍ, ið eru best umboðaðar frammanfyri føroyameistararmar úr Fleyr, men eisini her liggja aðrir leikarar framvið. 

 

Sum altíð er stórur spenningur um, hvør fer at vinna ymisku heiðrarnar. Munurin er í fleiri førum heilt lítil, men tað kann vera bara ein vinnari. At vera millum 3 tey bestu er heldur ikki so galið. 

 

Harleywoodpaint