Tað eru Klaksvíkar Dansifelag og landsfelagið Slái Ring sum skipa fyri dansistevnu. Norðlýsið var ein túr inni á gólvinum í Skálanum í morgun við myndatólinum. Júst tá vit vóru har, gekk “Í gøtu ein dag” so lystiliga.
Skálin var stúgvandi fullur av børnum og vaksnum. Hugaligt var at síggja, at børn og ung í øllum aldrum luttóku. Tó, eitt sindur keddir vóru fyrireikararnir av, at Smyril hevði broytt ferðaætlan, soleiðis at sumbingar ikki sluppi til stevnuna hesaferð.
Myndir niðanfyri:





























































