KÍ og B36 leiktu á Djúpumýru í dag, landskappingardyst í bestu kvinnudeildini. Tað sást skilliga longu frá byrjan, at KÍ var sterkara liðið.
Hálvleiksstøðan var 2-0 til KÍ og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Málini skoraðu Eyðvør Klakstein og Sanna Jacobsen.













































