Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brandskúlin – onki hent enn

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Fyrrv. landsstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam upplýsti ì sìni tìđ fyri løgtinginum, at ætlanin var at flyta Brandskúlan við Áir til Klaksvíkar. Vit kunnu í dag staðfesta, at enn er onki hent í málinum.

Tí verða niðanfyrinevndu spurningar settir nùverandi landstýriskvinnuni í mentamálum, Hannu Jensen:

1: Hvussu gongst við at flyta Brandskúlan við Áir til Klaksvíkar?

2: Hvar er ætlanin, at skùlin skal verða staðsettur í Klaksvík?

3: Fylgja lærarnir við flytingini ?

4: Er leiðslan í Sjónám tikin við  uppá ráđ ì tilgongdini, ella undir hvørjum stovni skal Brandskúlin verða?

5: Við Áir er m.a  ein konstruktión av einum maskinrúmi, har venjingar verða gjørdar.            

       Verður henda konstruktiónin flutt til Klaksvíkar   ella verður ein bygd av nýggjum og  hvat verður kostnaðurin av hesum ?

6: Sambært løgtingsfíggjarlógini fyri  2019 eru játtaðar 300 tús. kr. til flyting av útgerð frá      

       brandskúlanum við Áir til Klaksvíkar.   Hvussu langt metir landsstýriskvinnan, at     

       hesar 300 tús. kr fara at røkka ?   

Tað vóru  hugalig tíðindir fyri  norðoyingar, tá tað frættist,   at Brandskúlin skuldi flytast til Klaksvíkar. Men tìverri er onki hent enn. Tá vit so eisini  síggja játtanina til hesa flyting uppá einans 300 tús kr, so vita øll, at henda upphæddin fer ikki at halda og vónandi er tí  flytingin ikki einans er á pappírinum.

Um samgongan meinti nakað sum helst við hesa flyting, so hevði hon sett fleiri millónir av, og ikki 300 tús.

Havi  hug at samanbera  hesa játtan við játtanina til  byrgingina um Haraldsund. Her verđur tosađ um at brúka 5 – 7 mill til liðugtgerð av byrgingini.  Hinvegin metir LV kostaðin av arbeiðinum til 32 mill. ! Her er heldur onki hent, sjálvt um landstýrismađurin ì samferđslumálum Heđin Mortensen  hevur veriđ alment frammi og proklamerađ, at nù skuldi byrgingin um Haraldsund gerast liđug beinanvegin.

Eisini er áhugavert, at vita, hvar  í Klaksvík Brandskúlin skal staðsetast, soleiðis, at evt. roykurin frá honum ikki generar nakran.

Vóni ikki, at flytingin av Brandskúlanum fær somu lagnu sum tunlarnar  norđur um fjall ella flytingin av skrivstovuni hjá Norđoyatunlinum/Vágatunlinum inn á Skálafjørđin .

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur