Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nógv hýsa at fáa, men ikki burðardygt at fiska

Oliver Joensen

Tað er ótrúligt, sum vit hava klokka í tið, føroyingar sjálvir, sigur skiparin á Bragd, Oddmar Niclasen. Eg havi drivið Bragd í eini 6-7 ár, og ongantíð áður hava vit fingið so nógva hýsu sum nú. Vit koma inn í kvøld við 9.500 pundum harav 2.500 pund eru toskur, restin hýsa. 

Seinastu 6 dagarnar hava vit avreitt sløk 50.000 pund og nógv størsti parturin er hýsa. Føroyingar dømdu sjálvir hýsuna til MSC ikki at vera burðardygga, tí eru okkara virkir ikki útgjørd til at framleiða hýsu, tað hevur við sær, at hýsuprísurin er sera sera lágur. Tá stóru virkini ikki framleiða burturúr hýsu, so eru fáir keyparar til hýsuna. Eitt úrslit av støðuni er, at virkini liggja næstan still, tí upsin, sum virkini fyri tað mesta liva av sýnist næstan ikki at vera til í løtuni.

Eg havi ikki upplivað at fingið so nógva hýsu áður, nú vit eru farnir inn í mai mánaða. Vanligt hevur verið at siglt út á landgrunnin fyri at fáa nakrar hýsur hesa tíðina, men ídag royna vit ímillum tveir og seks fjórðingar úr landi. Bátarnir, ið hava verið longri úti hava fingið minni.

Vit spurdu eisini Oddmar Niclasen, skipara á Bragd, um teir hava sæð nakað til kalva ella spraggur í vetur. Nei, so eigasørt, sigur Oddmar. Hava vit fingið fýra spraggur til samans, so er tað alt. Eg minnist væl fyrr, tá eg var við trolara at spraggu átti man altíð, men sum eg skiljið, so kemur tað næstan ikki fyri hjá teimum heldur í dag, at teir fáa eina kalvaspraggu.

Harleyfacadeacryl