Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bussur til hvønn túr hjá Sam

Oliver Joensen

“Frá 01.05.2019 verður koyrt til og frá øllum túrum hjá Sam, uttan síðsta túr á kvøldi.” – Soleiðis lýsir Strandferðslan nú á ssl.fo um rutu 506, ið er bussleiðin á Kalsoynni.

Hetta hevur við sær, at nú er ikki neyðugt hjá flestu ferðafólkum at hava bil við, um ein ætlar sær yvir á Kalsoynna at hyggja at Kópakonuni, ein túr til Trøllanes ella bara at vitja í oynni. Ein kann uttan ampa seta bilin eftir í Klaksvík, tí bussur er á Syðradali at taka sær av tær og tínum.

Í mars mánað í ár skrivaðu Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsuni undir eina slóðbrótandi avtalu,  sum Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari á SSL og Heri Mohr Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvík hava arbeitt við seinasta árið.

Avtalan hevur nú við sær, at tað er lætt at leggja til rættis túrar í Kalsoynna, tí óneyðugt er at hava bil við. Higartil hevur trupulleikin í so máta verið at í háárstíðini hevur ferjan Sam verið ovbyrjað av  at flyta akfør, við tí úrsliti, at tað kundi taka langa tíð at standa í bíðirøð í Klaksvík at sleppa yvir í Kalsoynna, og tá ein so skuldi úr aftur Kalsoynni, so var trupulleikin hin sami, við tað at long bíðirøð kundi vera á Syðradali.

Nú nýggja ferðaætlanin hjá bussleiðini í Kalsoynni er veruleiki verður roknað við, at flutningurin av ferðafólki og akførum um Kalsoyarfjørð fer at ganga munandi smidligari.

Harleywoodpaint