Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Betri á forsorg enn at arbeiða?

Tíðindaskriv

Brot úr røðuni hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu fyri Fólkaflokkin, um uppskotið hjá samgonguni, har lesandi og stakir uppihaldarar við tveimum børnum fáa ávikavist 18.653 kr. og 20.414 kr. um mánaðin. NETTO, tvs. aftaná skatt og avgjøld – umframt ókeypis ansingarpláss!

Hetta er meira enn hvat ein vanligur arbeiðari, flakakvinna, krambakallur hava eftir um mánaðin.

Sambært uppskotinum hjá samgonguni skal tað loysa seg betur at vera á forsorg, enn at vera á arbeiðsmarknaðinum!

Er hetta ikki burturvið?