Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slóða fyri: Skráin í morgin

Tróndur Ellingsgaard

Tiltakið “Slóða fyri” heldur fram í morgin. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tey tiltøk, ið eru á skrá í morgin.

TÝSDAGUR

13.00-17.00 Verkstaðið verður opið. Til ber at koma við feilkeyptum klædnavørum og fáa rætta skeivleikar. Kostnaður frá 100 krónum.

Staður: Verkstaðið, Klaksvíksvegur 70

 

15.30-17.30 Framsýning og frágreiðing um burðardyggar verkætlanir. Næmingar á Tøknibreytini sýna fram sínar próvtøkuverkætlanir.

Staður: TSK (Tekniski Skúli)

 

16.30-18.30 Matoyðsl sum rótasúpan, har vit í felag gera mat burtur úr vørum, ið annars endaðu í ruskspannini. Máltíðin er ókeypis. Havið egna skeið og suppuskál við. 

Vælumtókta tiltakið “Matoyðsl sum rótasúpan” er eitt tiltak, har vit í felag gera mat og varpa ljós á matoyðsl. Maturin vit brúka er avlopsgrønmeti og frukt, sum vit fáa frá matvøruhandlum í Klaksvík. Vit hava knív og skeribretti til øll.

Tiltakið er fyri øll – ung sum eldri og børnini kunnu eisini vera við í matgerðini.

Tekniski skúlin í Klaksvík skipar fyri tiltakinum og næmingar á matvørudeildini vera við í matgerðini.

Staður: TSK (Tekniski Skúli)


 

19.00 Burðardygg trúgv í Solo Deo Gloria. Filmurin Landfill Harmonic verður vístur, og prát verður við Hendrikki Akurstein og Róa Norðoy um umhvørvið í bíbilskari heimsáskoðan.

Staður: Solo Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56