Ein flokkur av Miðnám á Kambsdali er í hesum døgum á vitjan í Bruxelles, har tey m.a. eru á stóru sjóvinnustevnuni hvar flestu av stóru føroysku fyritøkunum eisini eru umboðaðar.
Flokkurin kom til Bruxelles mánadagin og fara heimaftur hósdagin. Tey skulu eisini vitja á Føroysku Sendistovuni og í ES parlamentinum.
Flokkurin gongur á 2. árið á Miðnámi á Kambsdali og lærarnir ið eru við á ferðini eru Hjalti Dalheim og Pól Esper Hansen.



