Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Venja á Svangaskarði

Frælsur Ítróttur

Nú innanduravenjingarnar í Badmintonhøllni eru av, so er Treysti byrjað við venjingum fyri børn á Svangaskarði. Leygardagin byrjar BETRI Stórkappingin á breyt í Havn, og tá fara nógvir íðkarar úr Treysti, at royna seg í kappingum á breyt fyri fyrstu ferð.

Nógv børn hava luttikið í venjingunum í Badmintonhøllini í vetur. Venjari hjá teimum er Gunnar Sivertsen, sum fær hjálp frá Vibeku Sivertsen.

Fyrsta uttanduravenjing var í gjár, og tá vóru eini 30 børn við. Ein foreldrabólkur tekur sær av at samskipa koyringina. Møtt verður við Badmintonhøllina týsdag kl. 16.30 og so verður koyringin samskipað.

Næsta Stórkapping verður 25. mai, meðan tann triðja og seinasta verður 15. juni.

Harleywoodpaint