Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uttan mál vinnur ein ikki fótbóltsdystir

Jákup Ósá

Við undantaki av einum máli, tá FM-neyðblussini hjá HB vóru tendrað, so hevur KÍ annars ikki skorað móti HB í fimm dystum í Klaksvík.

HB vann 1-0 í Klaksvík í kvøld. Ikki so óvæntað, tá vit hava sæð, hvussu gongdin hevur verið millum hesi liðini síðstu innanhýsis dystirnar.

 

Í Klaksvík eru fimm tey síðstu úrslitini millum KÍ og HB hesi:

2017: KÍ-HB 0-0

2018: KÍ-HB 0-1

2018: KÍ-HB 1-2 (KÍ mál í yvirtíðini)

2019: KÍ-HB 0-0

2019: KÍ-HB 0-1

 

Sostatt hevur KÍ bara skorað eitt mál, sum kom í yvirtíðini, tá HB var byrjað at feira FM, í fimm teimum síðstu heimadystunum móti HB. Tá er trupult at vinna fótbóltsdystir og júst tað at KÍ ikki skoraði nakað mál í kvøld var tað, sum í síðstu løtu kom at kosta.