Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið svarar Norðlýsinum

Tróndur Ellingsgaard

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, hevur í morgun svarað teimum atfinningum ið Norðlýsið hevur reist mótvegis Kringvarpinum.

Georg sigur soleiðis:

Kringvarpið og Fish Fair

Seinastu dagar hava atfinningar verið settar fram í Norðlýsinum og onkrum sosialum miðli móti Kringvarpi Føroya, fyri ikki at hava varpað ljós á stóru stevnuna Atlantic Fair, sum hevur verið í Klaksvík hesa vikuna – partur av kritikkinum hevur verið, at kringvarpið valdi at siga søguna um kioskina hjá Astu á Vaglinum, heldur enn stóru stevnuna í Klaksvík.

Í sambandi við Atlantic Fair mugu vit fyrst staðfesta, at ein stevna sum so ikki eru tíðindatilfar til Dag&Viku. Hinvegin kunnu nógvar aðrar tíðindasøgur vera knýttar at teimum, sum luttaka. Soleiðis er við øllum ráð- og sølustevnum.

Tá vit á eini redaktión skulu taka støðu til hetta, plaga vit at lesa alt kunningartilfar, sum verður almannakunngjørt, og so velja okkum okkurt burturúr at viðgera nærri. Í sambandi við stóru stevnuna í Klaksvík hava vit ongantíð fingið nakað tilfar sendandi uttan tvey kunningarskriv um, at stevnan byrjar um tríggjar mánaðir og so eitt, at hon byrjar um tvær vikur. Báðu ferðirnar var talan um breiða kunning á enskum.

Hetta er sjálvsagt ikki nøkur umbering fyri ikki at hyggja nærri at stevnuni. Vit kundu lagt okkum í seðlarnar og sent onkran á stevnuna og so bara vóna, at okkurt kom burturúr – men soleiðis hava vit ikki orku at arbeiða.

Hetta kann so vera bæði okkum og fyrireikarunum ein lærupeningi til næstu ferð. Vit kundu gjørt tað betur og tað sama kundu fyrireikararnir.

Og so er tað samanberingin við kioskina hjá Astu. Søgan um kioskina hjá Astu varð ikki vald fram um hana í Klaksvík. Talan er um eitt heilt annað slag av søgu, eina sonevnda bleyta søgu, sum eins væl kundi farið fram aðrastaðni enn í Havn. Henda søgan kann samanberast við til dømis søgurnar um listaheiðurslønina til eldsálina Archibald Black, at Gamla Spinnaríið hevur fingið nýtt lív og hvussu sjómanskvinnuringurin í Klaksvík letur jólapakkar til okkara fólk á sjónum – alt søgur, sum hava verið sagdar í Degi&Viku. Her er ikki talan um beinleiðis tíðindasøgur eftir tí klassiska leistinum men søgur, sum meira taka støði í menniskjum.

Vinarliga

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari

Kringvarp Føroya