Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fjølmiðlanevndin møtist til fundar at viðger kæruna frá Landstýrismanninum um Norðýsið tann 28. Mai

John William Joensen

Tann 20. Mars í ár kærdi Fiskimálaráðið Norðlýsið fyri yvirskriftina ”Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur onga lógarheimild at geva undantaksloyvi” í samband við greinarøð um menningarkvoturnar í 2018.

Síðani hevur Norðlýsið svara Fiskimálaráðnum og samskifti hevur verið í trimum umførum millum partarnar umvegis Føroya Kærustovn.

Í morgun váttar Føroya Kærustovnur at Fiskimálaráðið hevur boða frá at tey hava ikki meira at viðmerkja í málinum.

Fjølmiðlanevndin er samankallað at viðgera málið tann 28. mai og so er spurningurin hvussu nógva tíð nevndin skal hava at taka støðu í málinum. Tað kann verða sera ymiskt frá mál til mál.

 

Í Fjølmiðlanevndini eru fýra limir. Í nevndini sita í løtuni

Jan Sjóstein, løgfrøðingur
Varalimur: Elisabeth F. Rasmussen, løgfrøðingur

 

Ingrid Bjarnastein, tíðindafólk
Varalimur: Kári Mikkelsen, tíðindafólk

 

Jens Hákun Leo, ábyrgdarblaðstjóri
Varalimur: Marjun Dalsgaard, tiðindafólk

 

Anna Paulina Leo Olsen, vísindaligt hjálparfólk
Varalimur: Bárður Larsen, adjunktur