Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjúrður Olsen: Fari neyvan uppí politikkin aftur

John William Joensen

Tað hevur verið ávíst kjak á Facebook eftir at Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, boðaði frá at hon ætlaði at taka seg úr borgarstjóra sessinum, varð hon vald á Fólkating.

Kjaki snúði seg um at undir seinastu býráðssetu arbeiddu fyrrverandi borgarstjórin, Heðin Mortensen og táverandi formaðurin í vinnunevndini, fólkafloksmaðurin Sjúrður Olsen, sera tætt saman. Sjúrður gjørdist ov stuttur at verða afturvaldur á seinasta býráðsvalinum og er tí fyrsti varamaður hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar Býráð, skuldi borgarstjórin trekt seg.

Sunnudagin váttaði Sjúrður Olsen at hann helt at veljarar høvdu víst á Heðin Mortensen sum borgarstjóra, og hann helt at man sjálvsagt átti at lurta eftir veljarunum. Vit skrivaðu at hetta lat upp fyri møguleikanum; at um Annika Olsen legði borgarstjórarsessin frá sær kundi Heðin Mortensen aftur verið valdur til borgarstjór í Tórshavnar Kommunu.

Men í morgun sigur Sjúrður Olsen sum fekk heilar 252 atkvøður á býráðsvalinum tann 8. november 2016, at hetta neyvan verður sannlíkt:

– Eg avgjørdi eftir seinasta býráðsval at nú var skeiðið hjá mær í politikki av á hesum sinni og tí verður tað neyvan eg men ístaðin fyri Jan Christiansen (127 atkvøður) sum tekur sæti í býráðnum, sigur Sjúrður Olsen í morgun.

 

 

Harleywoodpaint