Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Myrkjanoyri á Norðoyastevnu

Jóhann Lützen

Aftur í ár skipar Norðoya Gongufelag fyri fjallatúri á Norðoyastevnu. Túrurin verður niðan á Myrkjanoyrafjall, Fýramarkaknúk og Kjøl sunnudagin 2.juni. Veðrið hevur stóra ávirkan í fjallahøpi, so fylgi við inniá Norðoya Gongufelag á Facebook, um klokkuslett og møguligar broytingar.

Vit møtast við brunnarnar, beint omanfyri tunnilsmunnan omanfyri Ànirnar og ganga niðan á Aarskarð, so eftir røðini niðan á Myrkjanoyrafjall og harfrá oman. Vit renna ikki á ferðini, men ganga spakuliga og hóvliga. Um onkur ivast í um ein klárar túrin, so er bara at møta upp. Vit fara avstað sum ein hópur og koma ikki á mál fyrr enn øll eru komin fram.

Men fólk mugu hava í huga, at túrurin er eitt sindur tungur, men hann er ikki tyngri enn so, at øll sum eru nøkulunda fyri, kunnu luttaka. Pól Sundskarð verður ferðaleiðari.

 

 

Síðsta ár vóru vit á Kunoyafjalli, sum prýðir og verjir okkara bý, fyrraári gingu vit alla vestursíðuna og nú er túrurin  komin til eystursíðuna og vit vóna og ynskja at síggja nógv fólk.