Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tvørpolitisk hugnaløta úti í Grøv

Oliver Joensen

Í kvøld fyriskipaðu flestu politisku feløgini fyri einum tvørpolitiskum tiltaki úti í grøv. Tað eydnaðist sera væl við veðrinum, men fólksliga luttøkan var ikki stór.

Tó skal sigast, at løtan var sera hugnalig og áhoyrarnir, ið høvdu leitað sær út í Grøv fingu eina sera hugnaliga og stuttliga løtu.

Politikararnir vóru ikki hvassorðaðir, men tó skutu teir eitt sindur til hvønn annan í munnhøggarínu. Jónleif og Óluva høvdu ein áhugaverdan dialog skipaður sum tá drunnur verður kvøddur. Tað var annars Eirikur í Jákupsstovu íð var orðstýrari. Til børnini var skipa fyri at grilla sneisabreyð og skúmfidusar á bálskálum, til tey vaksnu var millum annað breyð og drekka.

Gongutúrur stóð á skránni, men hann var tikin av skránni.

Alt í alt eitt hugnaligt og væl fyriskipað tiltak har vit kundu ynskt størri luttøku. Kanska hevði undirtøkan verið størri um tiltakið lá eitt sindur seinni á kvøldinum.