Tað var gleðiligt at hoyra at virkið í Skopun við nýggjum eigarum, er farið í gongd aftur. Tað er gott fyri okkum øll, ikki minst fyri sandoyingar, sum nú hava fingið arbeiðið aftur.
At Jonleiv Johannesen eisini er glaður um at privatur kapitalur kann skapa arbeiði til nógvar hendur á Sandoynni, gleðist eg yvir.
At Jonleiv eisini heldur at politiski mynduleikin (sum hann er sjálvur partur av), ikki skal leggja fótonglar fyri einum flakavirki sum tað í Skopun, ja tað gleðir meg eisini.
Men sami Jonleiv Johannesen var við til at samtykkja eina lóg, sum legði fótonglar fyri ætlaðu útbyggingina av Kósavirkinum í Klaksvík
Ein stendur undrandi at síggja Jonleiv Johannesen skriva um, ikki at leggja fótonglar fyri flakavirki í Skopun og sami maður himpraðist ikki við at leggja fótonglar fyri ætlaðu útbyggingunum á Kósavirkinum
Vit eiga at skapa tryggar og góða karmar fyri alt okkara vinnulív.



