Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bakkafrost forræt til aliøkið í Haraldsundi

Tíðindaskriv

Føroya Fútarættur hevur ídag í úrskurði mett at P/F Bakkafrost Farming hevur forrætt til aliøkið A-72 í Haraldsundi. Samstundis hevur Fútarætturin staðfest at tað er Heilsufrøðisliga Starvsstovan sum sambært § 78 í rakstrarkunngerðini umsitir hetta øki, og at Heilsufrøðiliga Starvsstovan í hesum sambandi kann niðurleggja páboð og forboð.

Tað er av heilt vitalum týdningi, at Bakkafrost Farming kann reka sítt lógliga virksemi á aliøkinum. Í samband við at alivirksemið hjá Bakkafrost er ólógliga tarnað av fiskiskapi inni á sjálvum aliøkinum – sum alsamt er settur tættari at aliringunum, hevur Bakkafrost seinastu tíðina havt samráð við fiskimenninar, sum hava sett sín reiðskap inni á aliøkinum.

Hóast tað er púra greitt í lóggávuni, at tað ikki er loyvt at fiska inni á aliøkjum (Kg. nr. 134/2009, grein 69 – og Kg. nr.80/2019, grein 69), so hevur tað ikki borið til at fingið skil á hesi viðurskifti. Í samband við at Bakkafrost skal umskipa sínar aling inni á aliøkinum – soleiðis sum tað vanliga verður gjørt av og á – var neyðugt at fáa fiskireiðskapin fluttan.

Hóast heitt hevur verið bæði munnliga, skrivliga og við fundi á avvarandi fiskimenn um at flyta reiðskapin, so var noktað fyri hesum. Bakkafrost sá sær tí ongan annan útveg enn at biðja mynduleikarnar taka málið til viðgerðar, og hevur Føroya Fútarættur í dag avgjørt at Bakkafrost hevur fullan rætt til at ala inni á tí aliøki, sum felagið hevur fingið tillutað í Haraldsundi – og at tað, soleiðis sum kunngerðin sigur, ikki er loyvt at fiska inni á sjálvum aliøkinum.

Leggjast kann afturat, at aliøkið er ikki broytt seinastu mongu árini, og at felagið ikki hevur søkt um nakrar broytingar í hesum umfari.