Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ skrivaði søgu við stórsigri

Jákup Ósá – Myndir: Álvur Haraldsen

KÍ vann stórsigur í kvøld.

KÍ vann heili 5-1 móti Tre Fiori í kvøld. Jóannes Bjartalíð (2), Simen Sandmæl, Jonn Johannessen og Patrik Johannesen skoraðu málini. Sostatt skoraðu bæði Jonn og Simen í sínum Europa League ”debut” og 17 ára gamli Jonn Johannessen telist millum yngstu leikararnar í Føroyum, sum hava skorað í Europa kapping.

 

5-1 sigurin er saman við einum 5-1 sigri hjá EB/Streymi móti einum liði frá Andorra tann størsti sigurin hjá einum føroyskum liði í Europa nakrantíð.