Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hesin skal døma

Jákup Ósá

Talan er um hansara fyrsta dyst í Europa League.

Novak Simovic úr Serbia skal døma dystin í San Marino hóskvøldið. Hann er nýggjur altjóða dómari, tí hann bleiv ikki FIFA dómari fyrr enn í 2019. Hann hevur dømt ein venjingardyst fyri U21 landslið, men hevur annars ikki nakrar altjóða royndir. Hann hevur tó dømt nógv í bestu deildini í Serbia.

Hjálpardómarar og 4. dómari koma eisini úr Serbia, meðan dómaraeygleiðarin er frá Russlandi.