Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Merktu hvalirnir framvegis á Gøtuvík

Tekst og myndir: Oliver

Tað er bara at vóna at bólkurin, sum vit merktu við sendarum í gjár finnur vegin út aftur, sigur Bjarni Mikkelsen frá Umhvørvisstovuni. Eisini er at vóna at hesir hvalirnir ikki verða riknir inn nakrastaðni. Vit mugu bara lata teir sjálvar ráða fyri hvaðar teir fara og so vóna at teir fara aftur til havs, sigur Barni Mikkelsen at enda.

Norðlýsið var í Gøtu um 10.30 tíðina í morgun, og tá bar okkum til at fáa hesar myndirnar, hóast hvalirnir liggja langt úti á víkini. Heilt út ímóti aliringunum, men nakað eystari á. Hvalirnir liggja bara og grindast og kava við hvørt, kanska hava teir eitthvørt teir kava eftir. 

Harleywoodpaint