Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið í Vilnius

Hanus Kjølbro, Barcelona

Veðurlagið í teimum baltisku londunum (Estland, Letland og Litava) líkist als ikki veðurlagnum í Føroyum. Sumrini eru vanliga munandi heitari, og – ikki minni – so er veðrið meira støðugt. Sama mynstur sæst við vetrarveðrinum har eystri í mun til tað í Føroyum. Vetrarnir í m.a. Litava eru munandi kaldari og støðigari enn hjá okkum.

Seinastu vikuna hevur eitt lágtrýst drigið eitt sindur kalda luft norðanífrá ímóti Litava. Veðrið hevur tí verið eitt sindur óstøðugt í nakrar dagar. Hitin í m.a. Vilnius hevur ligið nøkur stig lægri.

Kalda luftin norðaneftir ornar yvir lendinum í m.a. Litava, og so fer hon uppeftir, skýggj síggjast í erva, og tað kann regna. Í Vilnius hevur veðrið verið soleiðis í nakrar dagar. 

Men nú er kalda luftrákið við steðga, skýggini eru farin at fækkast, og tað er yvirhøvur turt.

So veðrið í kvøld, tá ið Riteriai og KÍ fara at spæla á LFF-leikvøllinum í Vilnius, verður soleiðis, at tað verður eitt fleyr av útnyrðingi, 2 til 3 m/s. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 18 stig.

So er bert eftir at ynskja ein góðan dyst – og koyr á KÍ.