Besta liðið hjá Team Klaksvík hevur sett venjarapar til komandi kappingarár.
Team Klaksvík hevur hesaferð sett eitt venjarapar váttar Helena V. Kallsberg fyri Norðlýsinum. Báðir kenna teir felagið væl, tí teir hava verið í felagnum fyrr. Hans Arni Thomsen hevur verið leikari hjá Team Klaksvík, meðan Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur verið venjari í felagnum áður. Teir vera venjarar hjá Team Klaksvík-liðnum, sum eins og í fjør spælir í bestu deildini.
Í fjør vann Team Klaksvík niðara endaspælið í landskappingini.




