Fyri løtu síðani lendi KÍ-hópurin í Zürich í Sveis.
KÍ-hópurin fór úr Klaksvík tíðliga í morgun. Síðani bleiv flogið til Keypmannahavnar, har hópurin var í nakrar tímar til flogið var til Zurich í Sveis. Har lendi hópurin fyri løtu síðani, har Norðlýsið hevur fingið myndirnar sendandi. Síðani tekur tað áleið ein tíma at koyra við bussi til Luzern, har hópurin fer at fyrireika seg til stóru uppgávuna hóskvøldið á Swissporarena.
Dysturin byrjar hóskvøldið kl. 19.15 føroyska tíð.







