KÍ-málverjin var høvuðsorsøk til, at KÍ var so nær javnleikinum í Sveis í gjárkvøldið.
Sambært hagtølunum hjá UEFA, so hevði Luzern 10 málroyndir innanfyri málstengurnar. Av teimum bjargaði Kristian øllum – harav fleiri stórbjargingar – uttan tí einu í 93. minutti, tá málverjin var uttan møguleika eftir stórt trýst frá Luzern.
Við hesum avrikinum í altjóða dysti hevur Kristian helst styrkt um sína støðu í A-landsliðshópinum og kanska enntá nærkast hann uppstillingini.



