Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni

Oliver Joensen

Í kvøld millum kl. 18.00 og 20.30 verður tilmelding til hondbólt í vetur. Í samband við tilmeldingina verður ein venjingarblusa bíløgd til tey, sum melda til.

Eins og seinastu trý árini verður tað dámligi og vællýddi Per Klarup, sum saman við hjálparfólki, kemur at standa fyri venjingum í vetur.

Tilmeldingin verður á loftinum í KÍ-høllini. Stjørnan letur heilsa og sigur, at allar gentur, sum hava hug at leika hondbólt í vetur, eru hjartaliga væl komnar. Foreldur og onnur sum hava hug, eru eisini vælkomin, har møguligt m.a. verður at heilsa uppá Per.