Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

500 fleiri greitt atkvøðu kl. 15

Oliver Joensen

Vit hava tosa við Karl Johansen, forman í valnevndini og hann upplýsir at nógv fleiri hava verið á valið higartil, í mun til somu tíð á seinasta løgtingsvali

Kl. 15 í dag høvdu 1.334 atkvøtt í KÍ høllini í mun til 838 fyri fýra árum síðani.

3.750 hava atkvøðurætt í Klaksvík. 450 hava greitt brævatkvøðu. 

Karl sigur at høga valluttøkan kann verða tí at valið er ein leygardag í ár og harvið hava fólk frí. Síðani sigur veðurforsøgnin eisini keðiligari veður út á dagin, men hann útilokar ikki at valevnini hava verið røsk at reka. 

Karl upplýsir at hurðin eystan fyri KÍ høllina er eisini opin, tí hurðin út til Bøgøtu har gerst trongt við bilum v.m. 

Karl Johansen væntar at liðugt verður at telja upp kl. 22 til 22.30. 

Harleyfacadeacryl