Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristian Joensen gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

Royndi málverjin trívist væl í KÍ og hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.

KÍ boðar í kvøld frá, at landsliðsmálverjin Kristian Joensen hevur gjørt nýggjan sáttmála, ið er galdandi fyri 2020 og 2021. Kristian kom til KÍ í 2016 og er í gongd við sítt 4. kappingarár í KÍ. Hann telist millum føroyingarnar, ið ikki eru uppaldir í KÍ, sum hava verið longst í felagnum.

Kristian Joensen hevur havt eitt sera gott kappingarár. Serliga minnast vit hann kanska fyri útidystin móti Luzern í Sveis og dystin móti HB í seinasta landskappingardystinum.