Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Líðhamar og Norðsøki á Eiði í dag

Oliver Joensen

Væl av fiski hevur verið at fingið hjá útróðrarbátunum norðanfyri. Líðhamar og Norðsøki vóru so vestarliga á í nátt, at teir valdu at selja fiskin á Eiði. Norðsøki hevur eina avtalu við  Sjógæti á Eiði, sum keypir fiskin frá Norðsøka bløðgaðan, síðani verður fiskurin kruvdur á landi. Líðhamar selur allan sín fisk á uppboðssøluni. Tá vit tosaðu við skiparan á Líðhamri fyri løtu síðani vóru teir í fer við at loysa til nýggjan útróðrartúr. – Engdar stampar fáa báðir bátarnir úr Klaksvík. Nú Heri Vang er skipari á Norðsøka, er Eyðólvur Vang, pápi hansara, ið hevur verið útróðrarmaður tað mesta av lívi sínum, í landi og stendur fyri egningini.

Norðlýsið hevur eisini vitjað Sjógæti, meira um tað á øðrum sinni.

Tá vit vóru á Eiði í dag og tóku hesar myndirnar, var ongin av manningini á “okkara” bátum at síggja, teir svóvu helst, so vit fóru ikki umborð.