Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ivan Eginsson Eysturland um venjaraspurningin á A-landsliðnum

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum í dag) Ivan Eginsson Eysturland er ein tann kendasti viðhaldsmaðurin hjá føroyska A-landsliðnum. Vit hava spurt hann um venjaraspurningin, nú Norðlýsið heldur seg vita, at Lars Olsen ikki heldur fram eftir hesa undankappingina, sum endar seinni í ár.

Ivan Eginsson Eysturland hevur í nógv ár fylgt føroyska landsliðnum tætt. Hann hevur eisini verið til nógvar av útidystunum. Norðlýsið skrivaði í síðstu viku, at Føroyar fáa ein nýggjan A-landsliðsvenjara, og tað tykist framvegis greitt, hóast FSF-forsetin Christian Andreasen í samrøðu segði, at endaliga avgerðin enn ikki er tikin á starvsnevndarfundi. Sum skilst verður leitað eftir nýggjum venjara, men hetta arbeiðið er helst ikki komið serliga langt ella eru partarnir sera tættir, tí einki er komið út nakrastaðni um konkretar samráðingar. HB-venjarin Heimir Guðjónsson er nevndur m.a. í íslendskum miðlum sum ein møguleiki, men sum skilst hevur hann ikki Pro-venjaraútbúgvingina, sum krevst fyri at vera A-landsliðsvenjari. HB vil hava hann at halda fram og úr Íslandi er sum skilst stórur áhugi frá fleiri feløgum at fáa hann aftur til Íslands. Eitt annað navn, sum er nevnt, er Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens í donsku superliguni, har føroyski Hallur Hansson hevur spælt seinnu árini. Enn vita vit ikki, um hann er ein av teimum, ið hugt verður eftir, ella um hetta bara eru leysasøgur. Niðanfyri hava vit spurt Ivan Eginsson Eysturland tríggjar viðkomandi spurningar í sambandi við venjaraspurningin á A-landsliðnum.

 

 

Um vit ganga útfrá, at søgan passar um, at Lars Olsen gevst eftir hesa EM-undankappingina. Er tað so ein røtt avgerð, at FSF ikki leingir sáttmálan við Lars Olsen?

Ja, so avgjørt. Eg haldi ikki, at Lars Olsen hevur verið nakar íblástur fyri liðið leingi. Tað tykist sum at hann – tilvitað ella ikki og í rættiliga longri tíð – hevur verið greiður yvir, at hann ikki helt fram. Lars hevur gjørt alt ov lítið til at endurnýggja hópin ella royna yngri leikarar. Hann hevur hildið alt ov nógv uppá teir somu leikararnar, ið hann hevur brúkt í nógv ár og tað er eyðsæð, at fleiri teirra ikki longur eru á sama støði sum onkuntíð áður – úrslitini tey seinastu tvey árini eru hareftir. Eg haldi faktiskt, at Lars Olsen hevur fingið eina undankapping ov nógv og skuldi verið farin aftaná Nations League fiasko í fjør, har hugsi eg serliga um dystirnar ímóti Aserbaidjan.

 

 

Hvat verður eftirmælið um Lars Olsen?

Eftirmælið eftir Lars skal vera misjavnt. Tann fyrsta undankappingin, til HM 2014, var greitt miseydnað, tá ið tað kom til reinu úrtøkuna (eitt stig fyri tíggju dystir), hetta hóast føroyingar leiktu onkran góðan dyst, so sum báðar ímóti Svøríki ella til dømis á útivølli í Kasakstan, har teir vóru burturdømdir. Tó minnist eg framvegis gøluna um leikararnar hjá Kasakstan, sum Lars Olsen í einari samrøðu helt umboða fleiri russisk feløg, hóast teir spældu allir í heimligu kappingini. Hetta merkti ikki annað enn at føroyski landsliðsvenjarin neyvan fylgdi við mótstøðuni serliga væl, fyri at siga tað milt. Undankappingin til EM 2016 fer ongantíð í gloymibókina orsakað av tveimum ótrúligum sigrum á fyrrverandi europameistarum Grikkalandi, sum tó var í djúpari kreppu júst tá. Landsliðið fekk ikki fleiri stig í hinum átta dystunum men kappingin var sjálvandi meira enn góðtikin av føroyska fótbóltsalmenninginum. Eg havi ongantíð skilt – og tað undrar meg framvegis – at føroyska landsliðið varð róst so nógv fyri HM 2018 undankappingina. Sum kunnugt, fingu Føroyar 9 stig ta ferðina, fyri 10 dystir. Eg hevði sjálvur tippað 9-10 stig til Føroyar, áðrenn kappingin varð sett í gongd. Talan var sjálvandi um eitt søguligt stigamet hjá landsliðnum – men hvat var so øgiliga gott í tí kappingini, sum eg gjarna vil greina eitt sindur nærri? Hagtøl siga at Føroyar bara skoraðu 4 mál í 10 dystum. Avsmurdir av Portugal 1-11 tilsamans, gott nokk var talan um europameistarar. Føroyar fingu 1-0 samanlagt (og 4 stig) ímóti Andorra, einum av teimum avgjørt veikastu londunum í Europa. Føroyar vunnu 2-0 í Riga á Lettlandi, sum tá kundi líkjast einum sera flottum úrsliti. Tíðin hevur tó víst at Lettland liggur sera lágt í europeiskum fótbólti. Til dømis hava teir, í núverandi undankapping, einki stig fingið og hava málúrtøkuna 1-21, sum er verri enn hjá føroyingum. So úrslitið hjá Føroyum í Lettlandi var álíkavæl ikki nøkur stór sensatión. Føroyar kláraðu heldur ikki at vinna á Lettlandi á heimavølli (4 stig vunnin ímóti teimum tilsamans). Føroyar høvdu eisini verið hægri styrkismettir enn bæði Lettland og Andorra í lutakastinum. So var ein flottur javnleikur fyrst í kappingini (september 2016) ímóti Ungarn, sum annars megnaði at tapa í Andorra. Hava Føroyar leikt nakran ordiliga góðan landsdyst síðani 2016? Seinasti sigurin er ímóti Malta á Tórsvølli í september í fjør, síðani tá hava Føroyar tvær ferðir leikt javnt (ímóti Kosovo og Malta) og tapt nýggju dystir. Eg eri ikki samdur við teimum, sum halda at Lars Olsen er besti føroyski landsliðsvenjarin í søguni. Eg meti Allan Simonsen framvegis vera tann besta, tí hann hevði truplari umstøður at arbeiða undir, tað sum leikaratilfari viðvíkur og fekk fleiri góð úrslit hóast alt. Eg haldi eisini at Brian Kerr var ein betri venjari enn Lars Olsen, hóast karismatiski írin bara fekk hálva aðra undankapping at prógva sítt virði. Tó skal eingin taka sigrarnar ímóti Grikkalandi frá Lars Olsen og hann verður mintur fyri teir, eins og Páll Guðlaugsson ikki verður gloymdur fyri undrið í Landskrona!

 

 

Hvat fyri typa skal komandi landsliðsvenjarin vera?

Tað veldst eisini um ambitiónirnar og fíggjarætlanina hjá fótbóltssambandinum. Eg hevði møguliga verið nakað vónsvikin, um ein nýggjur landsliðsvenjari aftur var ein dani ella norðurlendingur uttan stórvegis kunnleika til føroyskan fótbólt. Antin seta onkran gamlan kenning, sum veit alt um føroyskan fótbólt og sum føroyingar hava gott álit á – ella royna at finna onkran uttanfyri Norðurlond, sum hevði sæð eitt starv sum føroyskur landsliðsvenjari sum eina spennandi verkætlan við møguleikum fyri støðugari menning.