Fyrrapartin fingu vit vitjan av næmingum á timburdeildini á Tekniska Skúla
Næmingar á timburdeildini á Tekniska skúla í Klaksvík hava í morgun verið á vitjan á Norðlýsinum. Næmingarnir hava samfelagsfrøði, og í hesum sambandi hava teir havt um fjølmiðlar í Føroyum.
Vit greiddu næmingunum frá um søguna hjá Norðlýsinum, og um hvønn leiklut Norðlýsið hevur í føroyska miðlaheiminum.



