Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Elinborg Lützen í Spaniastovu

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Framsýningin við verkum eftir Elinborg Lützen, sum varð sett upp í Spaniastovu og í Miðstovuni, tá ið standmyndin varð avdúkað, heldur fram hesa vikuna afturat.

Framsýningin er opin, tá ið Leikalund er opið allar dagar í komandi viku 31. sept. – til og við 4. okt. kl. 16 – 20 fyri almenninginum.

Miðað verður ímóti einum fyrilestrarkvøldi í komandi viku um Elinborg, sum eisini tekur støði í framsýningini og standmyndini. Tað verður boðað nærri frá hesum í vikuni.