Eins og í Runavík, so var tað innskifti Páll A. Klettskarð sum fekk høvuðsleiklutin hjá KÍ í truplum útidysti.
Víkingur kom annars á odda beint eftir hálvleik. Men so kom Páll A. Klettskarð á vøllin og bleiv avgerandi. Fyrst við uppleggi og síðani máli. Patrik Johannesen brendi fleiri góðar møguleikar áðrenn KÍ fekk hol á, men við tveimum málum í seinna hálvleiki spældi hann eisini ein stóran leiklut.
Við hesum sigrinum heldur spennandi kappingin fram millum KÍ og B36. Bæði hava eins nógv stig undan teimum báðum síðstu dystunum.



