Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stakkavík útivið 14.000 pund í tveir dagar

Oliver Joensen

Andru Poulsen, skipari á Stakkavík sigur, at teir hava havt tvinnar góðar dagar hesa vikuna. Vit fingu 7.200 pund fyrradagin og 6.200 pund hava vit avreitt í dag. Umleið 2/3 av veiðuni er toskur. Eg haldi at fiskurin er sera væl fyri nú, serstakliga hýsan. So tað sær bara gott út frameftir, eisini tí at væl av fiski er ikki bara at fáa tætt við landið, heldur ikki síggja vit nevniverdugt av slánum nú.