Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Minkandi í kvøld

Hanus Kjølbro

Eitt sindur illsligt er í dag. Miðalvindurin er vaksin eitt sindur nakað út á seinnapartin – úr 15 til 20 m/s í morgun og upp í 18 til 23 m/s. Hetta er beint undir stormi. Skrið.

Soleiðis fer veðrið at vera í nakrar tímar afturat – til klokkan eini 19-20 í kvøld. Tá fer ættin at støkka upp í útnyrðing-vestan, vindurin at minka niður í 8 til 12 m/s, og tað fer at slíta í.

Hann fer at liggja av útnyrðingi og norði í kvøld og nátt, 3 til 8 m/s. Í morgin ári fer hann eystur um til landnyrðing.