Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes Bjartalíð skorar oftast í toppdystum

Jákup Ósá

Fýra leikarar hava skorað fýra mál ella fleiri í dystum millum topp 5 liðini.

Leygardagin verður FM-finala í Gundadali. Eftir sum talan er um FM-dyst, so hava vit hugt eftir, hvørjir leikarar skora flestu málini í toppdystum. Har vísa hagtølini, at Jóannes Bjartalíð er leikarin við klárt flestum málum. Hann hevur skorað 8 mál í 11 dystum. Hjá B36 er Benjamin Heinesen leikarin, sum skorar oftast í toppdystum. Merkisvert er eisini at síggja, at Páll A. Klettskarð er á 3. plássi, hóast hann ikki byrjaði kappingarárið fyrr enn í summar.

 

 

Toppskjúttaralistin í topp 5 innanhýsis dystum:

Jóannes Bjartalíð (KÍ) 8 (brotsspark: 1)

Adrian R. Justinussen (HB) 6 (brotsspark: 2)

Benjamin Heinesen (B36) 4

Páll A. Klettskarð (KÍ) 4

Klæmint A. Olsen (NSÍ) 3

Patrik Johannesen (KÍ) 3

Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 3

Stefan Radosavljevic (TB/B36) 3

Arnbjørn T. Hansen (EB/Streymur) 3

Bjarki Nielsen (AB) 3

Dan í Soylu (HB) 3

Jann Martin Mortensen (NSÍ) 3 (brotsspark: 1)

Andreas Lava Olsen (Víkingur) 3