Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stjørnan vann á VB

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið suðuri í Vági og leikt ímóti VB. Úrslitið gjørdist ein 29-24 sigur til Stjørnuna.

Tað gekk javnt á fyrstu 10 minuttirnar, men so dróg Stjørnan frá VB, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 15-9 til Stjørnuna.

Í seinna hálvleiki gekk javnari á, og eina løtu hevði VB hug at toga seg inn á Stjørnuna. Tá leiktir vóru 24 minuttir, var støðan 23-21 til Stjørnuna, men nærri kom VB ikki. Endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til Stjørnuna uppá 29-24.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 9, Jancy Jacobsen 7, Sonja Sirdal 6, Mina Sirdal 3, Tóra Norðá 3 og Katrin Bertholdsen 1.