Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FIFA forsetin Gianni Infantino heilsar KÍ

John William Joensen

Eg gjørdist sera fegin tá eg frætti at KÍ gjørdust føroyameistarar, skrivar FIFA forsetin í brævið til forsetan í føroyska Fótbóltssambandinum Christian Andreasen

FIFA forsetin, Gianni Infantino, skrivar soleiðis:

 

Til Harra Christian Andreasen, 

Forseta í Fótbóltssambandi Føroya

 

– Eg gjørdist sera fegin at frætta at Klaksvíkar Ítróttarfelag eru krýndir Føroyameistarar 2019. Tað frøðir meg stórliga at kunna ynskja teimum tillukku við fyrsta føroyameistaraheitinum síðan 1999.

– Hetta er uttan iva úrslit av málrættaðum og hørðum arbeiði og øll sum hava staði kring felagið kunnu verða stolt av avrikinum. Eg hevði verið sera fegin um tú kundi sent heilsan mína til leikarar og venjara, umsiting, hjálparvenjarar og øll hjálparfólk, heilsustarvsfólk, felag og viðhaldsfólk.

– Haldi á við góða og miðvísa arbeiðinum í góðum treysti.

– Vegna altjóða- heimsfótbóltssamfelagið vil eg nýta høvi at takka KÍ og føroyska Fótbóltssambandinum fyri at uppfostra  jaliga boðskapin sum er í fótbólti, sum mennur og sameinar okkum øll.

 

Gleði meg at hitta teg aftur.

 

Vinarliga

FIFA President, Mr Gianni Infantino

 

Sí bræv (PDF)