Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

David Langgaard til AB

John William Joensen

Heimasíðan hjá AB skrivar í kvøld at AB hevur í dag, mikudagin 20. november, gjørt sáttmála við 24 ára gamla David Langgaard, sum sostatt verður ein partur av Betraliðnum hjá AB komandi ár.

David er uppvaksin á Norðoyri í Klaksvík og hevur altíð verið KÍari og spældi við KÍ fram til 2018. Hann hevur síðani verið eitt rend í Fuglafjarði, har hann spældi 25 dystir við ÍF í Betrideildini í kappingarárinum 2019.

Nú hevur David so lagt leiðina út á Argir til komandi ár. Hann gongur í løtuni í Maskinskúla í Havn og býr eisini av tí sama í høvuðstaðarøkinum. Tað er ein av orsøkunum til, at hann hevur valt at spæla fótbólt her suðuri, heldur enn norðanfyri.  

David hevur spælt eitt sindur allastaðni á vøllinum, men tó mest í verjuni og eisini í miðjuni.  

Vit ynskja David Langgaard vælkomnan til AB, og vit gleða okkum, til gongd kemur á fótbóltin aftur.