Á ársveitslu hjá Klaksvíkar Dansifelag leygarkvøldið, varð Leivur Jacobsen útnevndur til heiðurslim í felagnum.
Leivur kom sum ungur til Klaksvíkar, og hevur hann verið virkin í Klaksvíkar Dansifelag líka síðani. Leivur er uppvaksin við føroyskum dansi frá heimbygdini Gjógv. Hann dugir eitt ótal av vísum og kvæðum, hevur sera góða rødd, og er ein góður skipari.
Leivur hevur verið, og er framvegis hóast sín høga aldur, ein góður stuðul hjá Klaksvíkar Dansifelag. Gjøgnum dansiveturin átekur Leivur sær at skipa fleiri vísur og kvæði. Eisini gongur Leivur høgt uppí at stuðla teimum ungu, sum hava hug at skipa vísur og kvæðir. Ótalliga ferðir hevur veðrið heitt á Leiv um at skipa brúðarvísuna, tá brúdleyp hava verðið hildin.
Sum ein viðurkenning frá Klaksvíkar Dansifelag varð Leivur leygarkvøldið útnevdur til heiðurslim í felagnum.




